Er ongin kostnaður fyri at seta lýsingar á Ovastaloft.net ?Tað er ókeypis at lýsa uttan mun til prísin á vøruni og hvussu nógvar lýsingar tú hevur.Kontakta Ovastaloft.net og hoyr um prís fyri at seta ”bannara” á heimasíðuna. Hvussu byrji eg at selja?Áðrenn tú byrjar at seta lýsingar á Ovastaloft.net, mást tú vera meldað til. Hetta ger ein undir Login/melda til síðuni.Tá tú er skrásettur, logga á og trýst á Stovna lýsing.Við upprætting av nýggjum lýsing, skulu øll feltir á siða 1 útfyllast. Á siða 2 er tað valgfrit at upploada ein mynd, men minst til at lýsingar við myndum hava betri møguleikar at vera sæddar. Hvussu upplóddi eg myndir?Tygum kunna upplóada ein mynd til tygara lýsing við skráseting ella tá tygum broyta tygara lýsing. Um tú hervur eina digitalmynd, ið er størri enn 100KB so skal myndin minkast. Ovastaloft.net mælur til at leggja inn skipanina Picture Resizer. Eftir hetta kanst tú høgraklikka á Stifinder og klikka Resize Picture fyri skapa eina minkaða mynd. Um tú nýtir Firefox browser verða myndirnar samantrýstar við uppload av sær sjálvum. Um tú ikki hervur eina digitalmynd av vøruni, so leita á Google ImagesHvussu fær ein samband við keyparan ?Keyparin kann ikki síggja tínar persónligu upplýsingar, men kan bara senda boð gjøgnum Ovastaloft.net. Fyri at velja hvørjar personligar upplýsingar, ið skulu verða sjónligar fyri keyparan, Logga á og og vel Rætta skráseting.Um tú vísur tínar persónligu upplýsningar, kann keyparin ringja ella senda teldupost beinleiðis. Legg til merkis, at um tú vísur tína teldupostadressu á Ovastaloft.net, kann hetta viðføra, at tú fær ”spam-mail” inn á teldu tína. Hvussu svari eg uppá míni boð ?Um tú ikki vilt hava títt navn fram, kan tú logga inn á Ovastaloft.net og svara móttiknum boðum frá menuepunkti Míni boð. Og síðani trýsta á "Opna" við spurningin og skriva eini boð. Hvat tá ið vøran er seld ?Tá vøran er seld, skalt tú sletta lýsingina á Ovastaloft.net. Logga á og sletta fra listen yvir Mínar lýsingar. Kan eg stovna ynskir á Ovastaloft?Tú kanst seta eina permanenta søking eftir tínum ynski. Logga á og vel Stovna ynski. Tú fært boð tá vøran er á Ovatstaloft.net. Hvat er "favoritir"?Tú kanst markera lýsingarnar so tær eru lættar at finna aftur. Lýsingar, ið tú hevur markerað eru vístar her. Lýsingar, sum eru slettaðar hjá Ovastaloft.net verða automatisk strikaðar á listanum. Í hvørjari raðfylgju standa lýsingarnar?Lýsingarnar eru sýndar eftir stovningardagfesting, tær nýggjastu á fyrstu síðu og tær elstu á seinastu síðu. Um tú hevur tilmæla Ovastaloft.net til ein vin og vinur tín stovnar eina skráseting á Ovastaloft, fær næsta lýsingin, ið tú stovnar eitt betri pláss. Lysingin flytur ovast upp á listan fyri bolkin. Ber annað til á Ovastaloft.net?Tú kanst, á Ovastaloft.net, finna leinkjur til netfeløg, ið senda vørur til Føroya. |